Leygardagin og sunnudagin verða landsdystir millum gentulandslið úr Føroyum og Íslandi
Seinasta summar vóru føroysku U17 og U19 genturnar í Íslandi á venjingarlegu, har tær leiktu nakrar venjingardystir móti íslendsku U17 og U19 liðunum. Bæði føroysku og íslendsku liðini vóru vælnøgd við hetta átakið, og varð tí gjørt av at royna hetta aftur í ár. Hesa ferð eru tað íslendsku genturnar, sum koma til Føroyar at leika dystir. Dystirnir verða leiktir hetta vikuskiftið í Klaksvík og Fuglafirði.
Dystarskrá Leygardagin 24. juli í Klaksvík Kl. 16.00 - U17: Føroyar-Ísland Kl. 18.00 - U19: Føroyar-Ísland
Sunnudagin 25. juli í Fuglafirði Kl. 16.00 - U19: Føroyar-Ísland Kl. 18.00 - U17: Føroyar-Ísland